Sp/f TGverk

Sp/f TGverk varð stovnað í Føroyum í 2008, og eigari er Thorvaldur Gissursaron. Virkisøki felagsins er innan vanligt entreprenørvirksemi og bygging. Felagið hevur staðið fyri fleiri almennum byggiverkætlanum, umframt fleiri privatar verkætlanir. Sum dømi kunnu nevnast umvælingin av Landssjúkrahúsinum í Tórshavn, nýggja ellis- og røktarheimið í Vági og nýggj ítróttarhøll á Sandi.

Sp/f TGverk er systurfelag ÞG-verk ehf á Íslandi (www.tgverk.is), sum síðani 1998 hevur talst millum størstu byggifyritøkur á Íslandi. ÞG-verk hevur staðið fyri eini røð av stórum verkætlanum fyri almennar kundar á Íslandi, og harumframt hevur felagið lagt seg eftir at byggja íbúðarbygningar og veita keyparunum ymsar tænastur. Felagið hevur millum annað bygt og avhenda umleið 700 íbúðir seinastu árini. Høvuðsdenturin verður lagdur á høga góðsku og neyvt eftirlit, at halda tíðarfreistir og at hava gott samstarv við kundarnar.

Sp/f TGverk er harumframt eisini systurfelag Arcus construction AS í Noregi (www.arc-con.no) , sum varð stovnað í 2009 – felagið byggir í løtuni íbúðarbygning í miðbýnum í Oslo.

Sp/f TGverk miðar ímóti eini stórari framgongd á føroyska marknaðinum, eins og systurfeløgini í grannalondunum, har dentur verður lagdur á góðsku, álit og gott samskifti við kundar. Sp/f TGverk ræður yvir seramboðum og útgerð til bygging og væl útbúgvin starvsfólk við drúgvum royndum innan tórførar verkætlanir.

Systurfeløgini samstarva tætt viðvíkjandi nýtslu av amboðum og útgerð, starvsfólkum og leiðsluroyndum. Samanumtikið eru feløgini tí ein sterk eind, tá ræður um at loysa tórførar byggiuppgávur, stórar eins og smáar.

Sp/f TG-Verk - Føroyar l Á Hjalla 24 l P-Box 2041 l FO-110 Tórshavn l V-tal 580384 l tgverk@tgverk.fo l+298 666700